Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Hópurin taldi heili 25 badmintonleikarar úr aldursbólkunum U15, U17 og U19. Harumframt vóru fýra ferðaleiðarar og Wong Fai Yin, hjálparlandsliðsvenjari, við á ferðini

Julianna í Heiðunum og Birna Jakobsen vunnu silvurheiðursmerki í tvímansleiki fyri gentur í U15 í A-bólkinum

Eira Petersen vann silvurheiðursmerki í einmansleiki í U15 A eftir at hava tapt finaluna ímóti einum pólskum leikara

BSF: Hesar síðstu dagarnar hava fleir føroyskir badmintonleikarar luttikið í VICTOR Danmark Junior í Odense í Danmark. Fleiri góð úrslit spurdust burtur úr, har teir 25 leikararnir koma heim aftur við nøkrum virðismiklum royndum og íblástri til víðari menning. Talan er um ungdómskapping, sum verður fyriskipað samstundis sum altjóða kappingin VICTOR Denmark Open, har bestu badmintonleikarar úr øllum heiminum luttóku. Heili 1250 leikarar úr 14 londum luttóku í ungdómskappingini.

Íblástur frá heimsstjørnunum
Ungu føroysku leikararnir fingu soleiðis høvi at síggja stóru heimsstjørnurnar vísa síni bestu kynstur á bananum. Danski úrmælingurin Viktor Axelsen vann á japanska Kento Momota í finaluni hjá vaksnu monnunum, har Momota annars frammanundan var seedaður nummar 1. Føroysku leikararnir vóru í høllini leygarkvøldið, har tey millum annað sóu Viktor vinna hálvfinaluna við heili 21-7 og 21-12.

Badmintonsamband Føroya hevur síðstu árini havt eitt vaksandi uttanlandavirksemi, har úrvalsleikarar hava fingið høvi at roynt seg ímóti sterkari leikarum frá øðrum londum. Tí var tað eisini ein dyggur smeitur fyri virksemi felagsins, at koronafarsóttin í fjør setti ein kíla í hetta virksemi. Tá høvi nú beyðst, valdi BSF at senda ein stóran hóp av badmintonleikarum í U15, U17 og U19 til opnu ungdómskappingina í Odense. Landsliðsvenjaratoymið valdi leikarar úr til luttøkuna, sum soleiðis er ein liður í at styrkja grundarlagið fyri framhaldandi menningini av landsliðsvirkseminum í badminton.

Góð úrslit geva áræði til meira
Av teimum 25 leikarunum luttóku tær elstu genturnar í E-bókinum fyri U19, tað er bólkurin fyri bestu elituleikararnar beint undir teim vaksnu. Hóast mótstøðan sostatt var sera sterk, tá danir teljast millum fremstu badmintontjóðir í heiminum, eydnaðist tað fleiri av ungu leikarunum av vinna sett, bæði í einmansleiki og tvímansleiki. Hetta er fyrstu ferð, at ungir leikarar úr Føroyum luttaka í elitubólkinum í ungdómskapping.

Í yngra endanum megnaðu føroysku leikararnir at vinna sær pláss í endaspælinum. Hjá drongjunum kom Tóki Yngvason Guttesen í áttandapartsfinaluna, meðan Sjúrður Heinason Eysturoy tapti tepurt í trimum settum í fjórðingsfinaluni.  Hjá gentunum vann Eira Petersen silvur í einmansleiki í U15 A-bólkinum eftir at hava tapt finaluna ímóti einum pólskum leikara. Julianna í Heiðunum og Birna K. Jacobsen vunnu silvurheiðursmerki í tvímansleiki fyri gentur í U15 í A-bólkinum. Tær báðar taptu eisini fyri pólskum leikarum í finaluni. Ranja Joensen luttók í M-bólkinum fyri U15, sum er besti bólkur fyri tann aldursbólkin, har hon vann fleiri dystir uttan tó at koma víðari. 

Í U17 vunnu fleiri av leikarunum dystir í innleiðandi dystunum, men tað var bara Dávid Flagstad Berg, sum saman við danska makkara sínum vann sær pláss í endaspælinum, har teir taptu í fjórðingsfinaluni. 

“Tað sum restaði í hjá leikarum okkara fyri at vinna seg longri í kappingini var væntandi altjóða royndir, ikki evnini til badminton” sigur Wong Fai Yin, hjálparlandsliðsvenjari. Wong var við á ferðini og var coach hjá leikarunum í høllunum, so hann sá øll spæla. “Leikararnir hava fingið gott av royndunum í Odense, og vónandi hava tey øll eisini fingið áræði til at luttaka í fleiri kappingum uttanlands, tí tað er sera mennandi fyri tey.”

Julianna í Heiðunum og Birna Jakobsen vunnu silvurheiðursmerki í tvímansleiki fyri gentur í U15 í A-bólkinum

Eira Petersen vann silvurheiðursmerki í einmansleiki í U15 A eftir at hava tapt finaluna ímóti einum pólskum leikara

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo