Tað sum á fólkamunni verður kallað Pisshúsið í Havn brendi seinnapartin.
Helst er eldurin kyknaður í eini ruskspann, og tað er óvist um hann er ásettur, eru fyrstu boðini eftir tilburðin, nú eldurin er sløktur.
Talan var um stóran eld og nógvan royk, og eitt skifti var neyðugt eisini at biðja fólk fara av gistingarhúsinum Hotel Tórshavn, sum er í Vágsbotni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo