HSF: Áhugin fyri nýggju venjaraútbúgvingini hjá HSF hevur verið ovurhondstórur. Heili 60 venjarar eru meldaðir til fyrsta stigið, sum byrjaði í Skúlanum á Fløtum í gjár.
Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF, stóð fyri skeiðnum, har evnið var “Hvussu skapa vit eitt gott umhvørvi.” Endamálið við fyrsta stigi í venjaraútbúgvingini er at geva luttakarum amboð til, hvussu man skipar eina góða barnavenjing, og hvussu man tryggjar eitt gott hondbóltsumhvørvi, har børnini trívast og mennast.
Fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum, hevur HSF saman við evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF, skipað eina føroyska venjaraútbúgving samsvarandi altjóða krøvunum hjá EHF.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo