Norðurlandahúsið: Úselt er til sýningina av Verkir í Norðurlandahúsinum í kvøld.
Áhugin fyri at síggja føroyska dokumentarfilmin Verkir er stórur. Útselt er til sýningina í kvøld kl. 20.00, og tí verður ein eykasýning í Norðurlandahúsinum næsta hósdag 25. juni kl. 20.00.
”Verkir - úr heiminum, til sjúkrahúsið og heim aftur” er ein dokumentarur í trimum pørtum um broytingina frá, at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftur fáum árum vórðu fluttar inn á sjúkrahús. Vit hitta kvinnur, jarðarmøður og ein mann, sum tosa opið um teirra upplivingar rundan um føðingina.
Leikstjórn: Theresa og Karina Jákupsdøtur
Spælilongd: 64 min.
Filmurin er á føroyskum uttan undirtekstir.
Lesið meira á nlh.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo