Komandi vikuskifti verður víkingatiltakið Festívalhöll í høvuðsstaðnum. Í Viðarlundini verður ein serstakur víkingamarknaður við luttakandi víkingum úr Føroyum, Danmark og Íslandi.
Á marknaðinum verður høvi at síggja aldargamalt hondverk av ymiskum slag, víkingabardagar og eisini er livandi tónleikur á skránni.
Marknaðurin er opin frá fríggjadag til sunnudag og nærmari upplatingartíðir finnast á heimasíðuni festivalholl.fo
Afturat víkingamarknaðinum verður eisini ein stór konsert í Sjónleikarhúsinum leygardagin 10. juli kl. 19.00 við føroysku bólkunum Hamradun og Jü rghinn og donsku vísusongkvinnunum Frænde og Smedens Datter.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo