Fyritøkan Grieg Seafood eigur teir umleið 100.000 laksarnar sum eru deyðir aftir at 15.000 litrar av klori endaðu á sjónum av misgávum.
Óhappið hendi heilt har norði í landinum, í Alta í Finnmørkini, og enn er ov tíðliga at siga, hví óhappið hendi og hvussu álvarsligar avleiðingarnar eru, eisini fyri annað djóralív har á staðnum.
Klorið verður vanliga brúkt í samband við at laksur verður kruvdur har á staðnum.
- Vit hava kruvt laks her í 35 ár, og nakað líknandi er ongantíð hent áður, sigur Roger Pedersen frá Grieg Seafood við NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo