Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Leingi sá tað einki serligt út hjá Manchester United á Bramall Lane í Sheffield í dag.

Eftir 72 minuttir var støðan 2-0 til heimaliðið, og var tað ein fult uppiborin leiðsla, sum saktans kundi verið størri.

Men teir næstu sjey minuttirnar vendist alt á høvdið, og brádliga var tað United, sum var á odda 3-2.

United venjarin Ole Gunnar Solskjær skifti formatión í hálvleikinum og fór frá einari verjukendari formatión til eina væl meira álopssinnaða formatión.

Jesse Lingard kom inn fyri Phil Jones, sum ikki stóð seg serliga væl, meðan hann var inni, og so við og við byrjaðu United leikararnir at koma alsamt meira inn í dystin, til teir til síðst settu seg heilt á hann.

Sheffield United legði tó út í seinna hálvleiki við at leggja seg á odda 2-0, og heimaáskoðararnir sungu "who the f--- are United".

Sum seinni hálvleikur leið, fingu teir svar uppá sín spurning.

Solskjær skifti 18-ára gamla Mason Greenwood inn, beint eftir at 19-ára gamli Brandon Williams hevði minkað um munin til 1-2 við einum frálíkum skoti.

Fimm minuttir seinni hevði hesin sami Greenwood javnað til 2-2, og tveir minuttir seinni fór walisiski Daniel James til stroks í vinstru síðu, áðrenn bólturin endaði hjá Marcus Rashford, sum gjørdi tað, hann annars ikki plagar at gera, og avgreiddi ein upplagdan málmøguleika uttan nakað sum helst hóvastak.

Eitt ungt United lið var við hesum nærum eins og risið upp frá deyðum.

Sheffield United megnaði tó at javna í evstu løtu til 3-3, eftir at menn sum Victor Lindeløf og David de Gea høvdu víst, hví teir ikki eiga at kenna seg ov vísar í at byrja inni fyri United framyvir.

De Gea spældi framúr í fyrsta hálvleiki, og var hann orsøkin til, at støðan einans var 1-0 til Sheffield í hálvleikinum.

Men í seinna hálvleiki vendi hann aftur til gamlar syndir, og Sheffield fekk tvey alt ov lætt mál til ávikavist 2-0 og 3-3.

Lindeløf var eisini ov veikur í sambandi við 3-3 málið, og Tuanzebe eigur helst at fáa møguleikan við síðurnar av Maguire í desember.

United vóru flúgvandi frá 70. til 85. minutt og skutu sum einki trý mál ímóti eini av teimum bestu verjunum í Onglandi. Reyðu djevlarnir mugu tó læra seg at koyra sigrar í hús, eins og tey bestu liðini gera, um teir ætla sær longur upp á stigatalvuni komandi mánaðirnar.

Til hetta krevst - heilt einfalt - betri leikarar.

Fleiri ferðir í ár hava United mist sigurin í seinna hálvleiki - m.a. ímóti Liverpool og Arsenal á Old Trafford og ímóti Wolverhampton á Molineux.

Eftir javnleikin í dag liggja United á einum 9. plássi (!!) í Premier League við 17 stigum fyri 13 dystir, níggju stig aftanfyri Chelsea á 4. plássinum.

Sheffield liggja á einum flottum 6. plássi við 18 stigum fyri líka nógvir dystir.

Sheffield United-Manchester United 3-3 (1-0)
1-0: John Fleck, 19
2-0: Lys Mousset, 52
2-1: Brandon Williams, 72
2-2: Mason Greenwood, 77
2-3: Marcus Rashford, 79
3-3: Oliver McBurnie, 90

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo