Hagstovan: Tað er vøkstur í øllum høvuðsøkjum í Føroyum uttan teim sunnaru, har fólkatalið stendur í stað í Sandoyarøkinum og minkar nógv í Suðuroy.
Meðan fólkavøksturin fyri alt landið er 1,2% hetta 12-mánaðarskeiðið, er tað ein minking í Suðuroy á 1,5%, sum ger at tað dragnar alt meira millum Suðuroynna og restina av landinum.
Í talið er nógv størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum, har fólkatalið er vaksið við 319. Lutfalsliga er størsti vøksturin javnt stórur í Vága sýslu við 1,8% og Tórshavnarøkinum og Streymoyar sýslu annars við 1,7%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo