FSF: Lagt er upp til eitt sera spennandi kappingarár í bestu kvinnudeildini. Átta lið eru við í kappingini í ár, og í VFF Cup hevur NSÍ givið greið boð um sína styrki, ikki minst, tá tær vunnu 3-1 móti KÍ í finaluni. Men greipuvinnararnir úr Klaksvík hava longu møguleika fyri at reisa seg aftur nú leygardagin. Tá bresta liðini aftur saman á Tórsvølli til síðstu styrkisroyndina áðrenn kappingarbyrjan: Stórsteypadystin.
Lions Club Tórshavn skipar sum vant fyri Stórsteypadystinum, og peningurin fer í ár til átakið “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum Blái krossur varðar av.
Stórsteypadysturin hjá kvinnum verður spældur á Tórsvølli, leygardagin 13. mars kl. 17.00. Atgongumerki verða seld við dyrnar fyri 100 krónur, og vit heita á viðhaldsfólk og áskoðarar um at fylgja koronareglunum, sum kunnu lesast her. Harumframt verður dysturin vístur beinleiðis á Rás1.
Sum nevnt eru átta lið í Betri Deildini hjá kvinnum í ár, nevniliga KÍ, NSÍ, HB, B36, Víkingur, EBS/Skála, AB/B71 og 07 Vestur. Kappingin byrjar leygardagin 20. mars.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo