FBF: Eins og í hondbólti og fótbólti byrjar kappingarárið í flogbólti eisini við stórsteypadysti millum føroyameistaran og steypavinnaran. Síðan 2020 hevur verið ferðast kring landið við tiltakinum, og hesa ferð verða dystirnir spældir í Ítróttarhøllini á Sandi.
Leygardagin kl. 14 spæla kvinnurnar hjá Drátti og Fleyr. Dráttur er greipuvinnari og vann á Fleyr í bæði FM- og steypafinaluni.
Kl. 17 spæla menninir hjá Mjølni og SÍ. Mjølnir er føroyameistari, og SÍ er steypavinnari.
Øll inntøka frá dystunum fara til Autismufelagið.
Leygardagin 7. september 2024 í Ítróttarhøllini á Sandi:
Kvinnur, kl. 14:00: Dráttur – Fleyr
Menn, kl. 17:00: Mjølnir – SÍ
Úrslit frá stórsteypadystunum síðan 2020:
Kvinnur:
2020: SÍ – Mjølnir 3-0 (25-14, 25-10, 25-18)
2021: SÍ – Dráttur 3-1 (25-22, 25-13, 23-25, 27-25)
2022: Fleyr – SÍ 1-3 (18-25, 22-25, 25-23, 14-25)
2023: SÍ – Fleyr 0-3 (14-25, 09-25, 16-25)
Menn:
2020: SÍ – Mjølnir 3-1 (26-24, 25-23, 23-25, 25-23)
2021: Mjølnir – ÍF 3-0 (25-20, 25-21, 25- 23)
2022: Mjølnir – ÍF 3-0 (25-18, 25-13, 25-18)
2023: Mjølnir – Fleyr 0-3 (24-26, 13-25, 21-25)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo