Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í fylgiskjalinum til samgonguskjalið, Mál at fremja, stendur undir yvirskriftini, Dagstovnar og fólkaskúli:

“Miðvís og skipað førleikamenning og eftirútbúgving av leiðslum, lærarum og námsfrøðingum verða settar í verk, og einstøku stovnarnir fáa størri sjálvræði”.

Hesum kunnu ivaleyst øll taka undir við. Tað er bara ikki so einfalt, sum tað ljóðar. Fólkaskúlin er í dag bundin á hond og fót við eini óbendiligari tímajáttan. Játtanin er lutað út í minstu smálutir. Niðurbindingin kemst ikki av nøkrum ynski úr Mentamálaráðnum um at detailstýra fólkaskúlanum, men hinvegin tí, at tepra játtanin til fólkaskúlan krevur eina minutiøsa fíggjarstýring. Hóast tað verður ført fram, at skúlaleiðarar kunnu raðfesta og flyta millum lutaøki, so ber tað illa til, uttan at bróta fólkaskúlalóg ella avtalur um arbeiðstíð.

Hvat er tað so sjálvræðið skal brúkast til?

Fólkaskúlalógin skal haldast, og sjálvt um onkur droymir um at beina fyri arbeiðstíðaravtaluni hjá lærarum, so skulu vit ikki so langt út um landoddarnar fyri at vita, hvønn ruðuleika tað hevur við sær. Skulu skúlaleiðslur hava størri rásarúm, so má fíggjarliga rásarúmið verða har eftir. Játtanin til fólkaskúlan er ov lág, tað vita øll, alt annað er uttanumtos.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo