Stormy - er filmurin hjá pornostjørnuni Stormy Daniels um hennara samband við fyrrverandi amerikanska forsetan Donald Trump. Sambært henni skal hann hava ligið henni og húskinum eftir lívinum, um hon ikki tagdi um kynsliga sambandið teirra millum. Fyri at tiga fekk hon 130.000 dollars frá sakføraranum hjá forsetanum.
Tað er framleiðslufelagið Peacock, sum sigur søguna um Stormy, alt samalt úr hennara sjónarhornið.
Pornostjørnan er í dag 45 ára gomul.
Á Wikipedia verður upplýst, at fram til 2010 var Stormy republikanari og síðan demokratur.
Heimildarfilmurin Stormy er 109 minuttir til longdar.
Heimsins elsta filmstíðarrit, Variety, gevur filminum miðal skoðsmál, 50 av 100 stigum, við hesum orðum: "“Stormy” shows you what the scandal looks like from inside the sensationalist bubble of fame, and by the end of the film you may be a little bit ashamed of us all.”
Ummælaratænastan hjá Roger Ebert gevur filminum munandi betri skoðsmál, 75 av 100 stigum, serliga fyri dirvi. Í ummælinum verður sagt: ”I would like to hope that even Stormy’s critics and enemies could be moved by the film about her because, at its core, it’s a successful attempt to strip away the political issues and present its subject as a flesh-and-blood human being, someone with feelings, anxieties, and a great deal of courage.”
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo