Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Vága Floghavn: Í juni var vøksturin heili 24,6 % í mun til juni í 2016. Hetta merkir at 36.657 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í juni í ár, í mun til 29.422 ferðafólk í juni í 2016.

Higartil í ár eru tilsamans 149.272 ferðafólk komin og farin umvegis flogvøllin. Hetta er ein samlaður vøkstur á 13,3% ella gott 18.000 fleiri enn somu tíð í 2016.

Fleiri útlendskferðafólk í Føroyum
- Tað sær út til at føroysk ferðavinna veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár. Miðvísa arbeiðið hjá serliga Visit Faroe Islands, hevur borið ávøkstur. Tað ljóðar, at matstovurnar, útferðarveitarar og undirveitarar hava ovmikið at gera, og nú sær út til at hotellini hava ilt við at fylgja við eftirspurninginum.

- Tað ljóðar eisini, at hotellini í miðstaðarøkinum meira ella minni hava útselt í allan juni, juli og august. Tað kann verða ein forðing fyri framhaldandi menning og vøkstri, um ikki útboðið av hotellum og gistingarhúsum í miðstaðarøkinum gerst størri, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri á Vága Floghavn. 

Betur umstøður við flogvøllin
Útboðið av flogferðaseðlum ímillum Føroyar og Europa hevur ongantíð verður størri enn tað er í løtuni, og Vága Floghavn roynir at menna umstøðurnar við flogvøllin fyri at fylgja við vøkstrinum á ferðafólkatalinum.

Parkeringsøkið verður í løtuni útbygt, og áðrenn Ólavsøku væntar Vága Floghavn at kunna hýsa 820 bilum á økinum við flogvøllin.

Føroya størsta parkeringsøki kemur sostatt at liggja við flogvøllin í Vágum. Tá ið sjálvt parkeringsøki er liðugt, so verður farið undir at byggja lonir út á parkeringsøkið, soleiðis at fólk í mest møguligan mun kunnu koma til og frá bilinum uttan at gerast køld og vát. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í novembur í ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo