Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Flott hondbóltsavrik í hesum døgum, sum vit øll kunnu fegnast um. Sum eg havi skilt, er osøkin koronastøðan, at vit í hesaferð sluppu at hýsa undankappingardystum av hesum slagi. Undir vanligum umstøðum, sluppu vit ikki tað, tí tá krevjast størri hallir.

Tað kom mær tí til hugs, at nú okkara høvuðsstaðarkommuna hevur brúkt so nógvar hundrað milliónir krónur at spreingja og flyta eina ófatiliga mongd av kubikkmetrum av gróti av landi og blaka teir í havið framman fyri havnini í Havn, kundi kommunan hóskandi brúkt lutfalsliga fáar milliónir krónur afturat til at byggja okkurt fornuftugt í tað stóra og skemmandi holið, sum kommunan hevur sprongt út har.

Byggið eina stórhøll í hesum øtiliga stóra arri, sum kommunan hevur skapt á Glyvursnesi, tí so verða ábøtur gjørdar á tað, sum longu er skemmað, men sum borgaranir harafturímóti kunnu fáa gleði av.

Eg loyvi mær tí at koma við uppskoti til at byggja eina stórhøll á Glyvursnesi. Um hetta hugskotið ikki longu liggur á borðinum á Vaglinum, so ger vónandi onkur líknandi verkætlan tað í staðin.

Plássið har er nærum óavmarkað til slíkt virksemi, eins parkeringsmøguleikarnir eru óavmarkaðir. Somuleiðis er vegasambandið gott, um bert teir smáu tríggir kilometrarnir av vegi frá Argjahamri út á Glyvrusnes verða asfalteraðir. Tískil er bara at fara í gongd at fáa gjøgnumfrøt eitt slíkt mál, Tórshavnar býráð.

Kári Mikkelsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo