Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað er ikki hvønn dag, at nýggjur føroyskur symfoniskur tónleikur verður givin út á plátu.

Men nú fer Elin Brimheim Heinesen at leggja fram nýggju heildarútgávuna “Eitt dýpi av dýrari tíð”  hjá sær og pápanum, rithøvundinum Jens Paula Heinesen.

Verkið verður givið út bæði sum LP, fløga og á talgildum netpallum. Í hesum sambandi verður:

Móttøka og hugnakvøld í Perluni, Tórsgøtu 3 í Havn leygarkvøldið 2. desembur kl. 20:00.

Skráin er henda:

- Verturin Tróndur Herason Olsen prátar við Elina, sum leggur fram og greiðir frá tilgongdini at skapa tær 12 skeringarnar á heildarútgávuni

- Verturin prátar við Enzo De Rosa og onnur, sum hava gjørt stórfingnu tónleikaverkætlanina møguliga

- Livandi tónleikur verður á skránni við Elini sjálvari, Leivuri Thomsen á gittar og Arnold Ludvig á bass

- Sjónbandalagið “Sóleyan” verður víst á stórskíggja

- Elin avdúkar eitt eyka jóla-yvirraskilsi!

Síðani verður jólahugni og jólaløg á skránni, har borðreitt er við onkrum smávegis ábiti, umframt at barrin verður opin.

Harumframt ber til at ogna sær plátuna á vinyl ella fløgu hetta kvøldið fyri serprís og við signaturi hjá Elini.

Tiltakið er alment og ókeypis.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo