Vesturvón hevur fingið stuðul áljóðandi 40.000 kr. frá Lions Vágar.
Í fjør skrivaðu vit umsókn til Lions Vágar, við umbøn um at lata fíggjarligan stuðul til sansarúmið, sum vit eru farin í holt við at innrætta í kjallaranum á Heiminum á Sýnini.
Limir frá Lions Vágar vóru síðani og vitjaðu á Heiminum á Sýnini, har eg greiddi frá ætlanum okkara, og hvat ein møguligur stuðul frá teimum kundi brúkast til.
Mikudagin fekk eg tann heiður, at møta limum í Lions Vágar, og taka ímóti kekkinum á 40.000 kr. Eg fekk enn einaferð møguleikan at greiða Lions limum frá, hvussu langt vit vóru komin við ætlanum okkara, og at vit miðja ímóti, at sansarúmið stendur klárt at brúka, tá vit fara at feiðra okkara 50 ára føðingardag tann 2. juli 2022.
Vit eru sera takksom fyri stuðulin og gleða okkum at bjóða borgarum í nýggja sansarúmið.
Jóngerð M. Nielsen, stjóri Vesturvón
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo