Tórshavnar kommuna: Í gjárkvøldið beyð felagið Varðin til samkomu á Finsen, har kirkjubókin fyri Suðurstreymoyar prestagjald fyri árini 1757-1851 varð løgd fram.
Zacharias Wang skipaði fyri og Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð vælkomin. Síðan hildu Uni Næss, próstur, og Heri Joensen, prestur í Vesturkikjuni, sera áhugaverdar røður um kirkjubøkurnar og teirra innihald.
Heðin Mortensen, borgarstjóri, nevndi, at ein kirkjubók hevur eitt ófatiligt mentanarlig og siðsøguligt virði. Her er okkara ættarsøga og bygdasøga goymd, bæði tann vit kenna – og kanska nógv annað, vit ikki vistu av.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo