Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

SF: Hóskvøldið á ársins festivali fer Summar Festivalurin at hátíðarhalda, at 20 ár eru liðin, síðani fyrsti festivalurin varð hildin á Vágsbø í Klaksvík.

Fyrsti festivalurin var í føgrum summarveðri í 2004, og eftir fáum árum vaks Summar Festivalurin seg til landsins størsta tónleikatiltak. Síðani hava heimsnøvn sum Roxette, Westlife, The Scorpions, Mika, Cliff Richard, Melanie C, Alan Walker, Ronan Keating, Suzi Quatro og Twisted Sister spælt á Summar Festivalinum. Hundraðtals føoyskir bólkar og solistar hava eisini framført.

Nú Summar Festivalurin rundar 20 ár, verður tað hildið við stórfingnari jubileumskonsert, har bæði føroyskir og útlendskir sangarar og tónleikarar luttaka.

Á konsertini verður eitt gott og fjølbroytt úrval av sangum, sum hava verið spældir á Summar Festivalinum ígjøgnum árini, framførdir. Talan verður bæði um einstakar sangir, sum artistarnir sjálvir framføra, og sangir og sirpur, har góðir sangarar tulka heimshitt, sum hava ljómað á Vágsbø.

Millum nøvnini, sum fara at framføra á konsertini, verða Lena Anderssen, Jørgin Dahl, Guðrið Hansdóttir, Ingi Poulsen, Paul Watchorn, Laila Carlsen, Malan Eyðunsdóttir og Karl Martin Samuelsen. Eisini verður okkurt yvirraskilsi.

Lagt verður upp til eina fjølbroytta og fangandi fagnaðarkonsert, har teir góðu og kendu sangirnir vera í miðdeplinum. Hetta verður ein minnilig løta á ársins festivali.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 8. til 10. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo