Í síðstu viku bað svenska stjórnin og verjuleiðslan landsins borgarar um at fyrireika seg til kríggj.
Sambært Bild fyrireikar eisini Týskland seg til, at stríð tekur seg upp millum Russland og Nato.
Týska avísin hevur fingið atgongd til eitt loyniligt dokument der Bundeswehr, verja landsins, sum umtalar eitt russiskt álop á Nato í 2025.
Moskva speirekur tíðindini, skrivar Newsweek.
Í eini fráboðan á Telegram samanber talspersónurin Maria Zakharova í russiska uttanríkismálaráðnum likna krígsdokumentið við at lesa eitt horoskop.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo