Ógvusligt ódnarveður hevur herjað í Danmark í nátt, serliga har suðri og eystri í landinum. Serliga er tað vatnflóðin sum hevur elvt til stórar skaðar nógvastaðni, hóast roynt hevur verið at byrgja upp fyri.
Serliga í Haderslev, Aabenraa, Præstø og á Falster hevur ringa veðrið gjørt nógv um seg og elvt til skaðar. Onkunstaðni hevur vatnstøðan verið nærum 2,4 metrar meira enn tað vanliga.
Stormflóðin er tann ringasta sum hevur rakt Danmark í yvir 100 ár, sigur veðurmaðurin hjá DMI, Thomas Mørk við DR, sum eisin i hevur fleiri myndir og tíðindi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo