Meinigheitshúsið: Komandi vikuskifti verður ungdómspáskastevna í Meinigheitshúsinum í Havn, har sangur, tónleikur, hugni, felagsskapur og páskaboðskapurin eru í fokus. Sum nakað serligt kemur ein spennandi gestur úr úr Suðurafrika at tala á páskastevnuni í ár – Wilson Goeda, ið hevur verið í Føroyum fleiri ferðir áður m.a. á ungdómslegum í Nesvík.
Hetta er annað árið á rað, at ungdómurin í Meinigheitshúsinum skipar verður fyri stórum ungdómstiltaki um páskirnar. Í fjør var fult hús av ungum, og væntandi verður ikki minni hesuferð, har góður lovsangur og framførslur. Møtir verða langa fríggjakvøld til mánakvøld kl. 20.00.
– Er páskaboðskapurin Jesu deyða og uppreisn viðkomandi fyri okkum í dag, spyrja fyrireikararnir? Hesin spurningur er serliga viðkomandi, tá hugsað verður um, hvussu nógv ung í dag stríðast við angist, strongd, einsemi, stúran og ótta í dag. Páskaboðskapurin er ein boðskapur um frælsi, sum Jesus vann okkum øllum, tá hann doyði á krossinum og reis uppaftur frá deyðum.
Wilson Goeda arbeiðir sum undirvísari hjá felagsskapinum Youth With A Mission og ger saman við konu sínari Grace Goeda nógv hjálpararbeiði millum fátøk í slummini í Durban. Hann hevði harðan uppvøkstur undir Apartheid í Suðurafrika. Hann gjørdist foreldraleysur sum 8 ára gamal, varð seldur sum trælur, megnaði at flýggja aftaná 7 ár og livdi síðan á gøtuni í Johannesburg, har hvør dagur var ein bardagi fyri lívinum. Sum 17 ára gamal varð hann tó møttur av Guds kraft, bleiv frelstur og settur í frælsi.
Umframt spennandi boðskap verður lovsangur og tónleikaframførslur á skránni við Borgfríð Fonsdal, Olvheðin Jacobsen og ungum av Toftum. Øll eru hjartaliga vælkomin í Meinigheitshúsið (reyða húsið beint við SMS) øll kvøldini um páskirnar.
Skráin sæst á www.meinigheit.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo