Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í døgunum 20. og 21. september skipa Alzheimerfelagið og Norðurlandahúsið fyri stórari ráðstevnu um demens.

Høvi verður millum annað at hoyra um nýggja gransking, um ein demenssimulator og frásagnir frá demensøkjunum kring landið. 

Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu hevur eisini ein bás og fer at greiða frá, hvørji tilboð kommunan hevur til fólk við demenssjúkum og avvarðandi.

Ráðstevnan er fyri øll - fakfólk, avvarðandi, politikarar, myndugleikar, starvsfólk og annars øll onnur, sum hava áhuga fyri okkara vælferð, gransking og menning. 

Tilmelding til tiltakið fer fram á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Kostnaðurin er 500 kr. fyri hvønn dagin. Møguligt er at melda seg til annan ella báðar dagarnar.

Seinasta freist at tekna seg til ráðstevnuna er fríggjadagin 17. september kl. 12.

Alzheimerfelagið 20 ár - skrá 

Norðurlandahúsið (nlh.fo)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo