Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Runavíkar Kommuna: Síðan Mentanarvikan í Runavíkar kommunu var flutt frá at verða á heysti til at gerast partur av boðanini um ljósari tíðir, hevur mentanarhúsið í kommununi, Løkshøll, strembað eftir at fáa eitt stórt tónleikanavn á pall. Áður hava vit tí sæð íslendska Bubbi Morthens, danska bólkin TV·2, í 2021 føroysku Eivør, og í ár verður tað so Anne Linnet við bólki, ið kemur á pall at framføra.

Anne Linnet hevur verið partur av danska tónleikapallinum síðan 1970'ini og er viðurkend sum ein av týdningarmiklastu artistunum í heimlandinum. Umframt at verða kend fyri eina røð av stórum hittum og klassikarum, er hon eisini kend fyri sínar sera erligu tekstir og tráðan eftir at eksperimentera við ymiskum tónleikastílum.

- Tað hevur verið eitt drúgt samskifti og tað tók rúma tíð at fáa endaligu váttanina. Anne Linnet er eitt stórt og virkið navn í Danmark, og í tíðina undan jólum ferðast hon víða í Danmark, har hon strembar eftir at koma í hvønn krók við síni jólakonsert, serliga kirkjukonsertir. Vit fegnast tó um at fáa hana hendan vegin, og gleða okkum at bjóða gestum okkara eina rimmar konsert, verður sagt úr Løkshøll.

Konsertin hjá Anne Linnet við bólki verður 30. apríl kl. 21 í Løkshøll, og er partur av Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu.

Atgongumerkini verða sett til sølu mikudagin 9. februar kl. 18.00 á loksholl.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo