Har verður tónleikur og matur og drekka, tá royndarverkætlanin at nýskipa allan Vágsbotn verður sýnd fram fríggjamorgunin kl. 11.
Borgarstjórin fer at halda røðu og avdúka nýggju staðsetingina av standmyndini av Nólsoyar Pálli. Havnar Harmonikufelag spælir.
Í eini royndarverkætlan hevur Tórshavnar kommuna nýskipað alt Vágsbotn sum eitt innbjóðandi og miðsavnandi býarrúm til trivnað, mentan og uppihald.
Endamálið við royndarverkætlanin í Vágsbotni fyri summarið 2022 er at royna ymisk hugskot í verki, ið sostatt koma at vera leiðbeinandi fyri, hvørjar langsiktaðar broytingar verða mettar at gagna økinum sum eitt alment býarrúm til trivnað og uppihald.
Í royndarverkætlanini er vegurin ígjøgnum økið eitt nú umskipaður og nýasfalteraður í ein boga út um eitt nýtt miðsavnandi uppihaldstorg mitt á økinum.
Hartil er eitt nýtt miðsavnandi uppihaldsøki bygt, ið ætlandi verður karmur um ymisk mentanarlig og marknaðarlig tiltøk. Her eru settir upp sølu- og framsýningarhjallar á terrassuna, har eisini ber til at sita í lívd.
Nærum 100 metrar av hugnaligari og vakrari træbryggju er gjørd framvið fiskatorginum og suðureftir, ið ger tað lættari at ganga og at sita og hugna sær í økinum, har gomlu býarbeinkirnir eru komnir uppaftur at standa.
Býarskipanardeildin hjá Tórshavnar kommunu hevur samráðst við EYA Arkitektar og myndhøggaran, Hans Paula Olsen, um verkætlanina. Føroya grótvirki og Articon útføra arbeiðið.
Fyrsti partur av verkætlanini viðvíkjandi standmyndini, við hevjaða botninum og sjálvari standmyndini, er eisini liðugt.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Í sambandi við Nólsoyar Páll-tiltakið í Vágsbotni fríggjadagin 22. juli, verða hesir vegir stongdir fyri allari ferðslu frá kl. 10 til kl. 13:
- Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn
- Mylnugøta
- Bryggjubakki til Bringsnagøtu
- Undir Bryggjubakka
- Vágsbotnur frá Bøgøtu
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo