Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

SF: Summar Festivalurin bjóðar í ár stórt barnashow á Vágsbø leygardag seinnapart.

Á skránni verður góður tónleikur, skemt, undirhald og felagssangur.

Kendi poppsangarin Danny Baldursson fer saman við Símuni Dam at framføra kendar sangir, sum eisini børnini kenna væl – ikki minst stórhittið "Alright".

Tey lívligu – og stundum nakað øru – trøllini verða eisini við. Trølla Pætur, Trølla Omman og Ommudid fara at syngja, dansa og undirhalda, og tað fer ikki at ganga stillisliga fyri seg. Sigast kann, at Trølla Pætur og omman vóru við á fyrsta Summar Festivalinum, sum var hildin fyri júst 20 árum síðani.

Ungi rockbólkurin Anua, sum veruliga gjørdi vart við seg á heiðurskonsertini fyri Straight Ahead í Varpinum fyrr í ár, fer at spæla nakrar góðar rocksangir. Dugnaligu og sjarmerandi unglingarnir gleði seg til at fara á stóra pall á Summar Festivalinum.

Klovnurin Bubu ger comeback eina løtu og verður vertur fyri barnashowið, og ivaleyst fer hann eisini at tríva í onkran góðan sang.
Barnakonsertin verður á Vágsbø leygardagin klokkan 17.

Summar Festivalurin verður hildin dagarnar frá 8. til 10. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo