Aftur í ár verður Tórsgøta í Havn karmur um eitt fantastiskt ókeypis tiltak. Har verða smakkiroyndir, livandi kríatúr, ølsmakking, fyrilestrar, framsýningar av landbúnaðarmaskinum, tónleikur og mangt annað á skránni.
Í sambandi við Slaktið verður Tórsgøta frá Sverrisgøtu til Mylnugøtu stongd frá í dag kl. 18 til í morgin leygardagin 15 sep. kl. 19.
Mylnugøta og Vágsbotnur verða stongd leygardagin frá kl. 10 til 16.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo