Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg síggi á netinum, at Jens á Skipagøtu fílist á, at Hoyvíkshøllin, sum hevur verið lætt atkomilig hjá teimum ungu, nú stendur stongd, um tey ikki bíleggja venjingarpláss dagin frammanundan.

Hetta er ein skeivur vegur at ganga.

Vit hava ein ungdóm, ið er framúrskarandi uppá mangar mátar: skilagóð, arbeiðshugað og sera blíð móti okkum gomlu.

At tey seinastu árini harafturat hava víst ein framúr dugnaskap í handbólti á altjóða stigi er heilt ótrúligt og kemur ikki av at venja tveir tímar tvær ferðir um vikiuna.

Nú tað er so nógv, sum kann freista tey ungu, ikki minst vandamikil rúsevni, ræður um at stuðla tey ungu at halda seg burtur frá tílikum, og  tá er ein opin ítróttarhøll uttan iva eitt tað besta staðið at fara hjá teimum.

Mín áheitan skal tí vera á kommununa og onnur avvarðandi:

Gott í tykkum, latið tey ungu sleppa at venja handbólt og annan ítrótt, um tað so skal vera á miðju nátt, heldur enn mala á gøtunum millum rúsevnishávar.

Halgir W Poulsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo