Hagstovan: Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við undanfarna tíðarskeið.
Seinasta árið eru lønirnar vaksnar mest í 'fiskivinnu og øðrum tilfeingisvinnum'. Eisini lutfalsliga er hesin vinnugreinabólkurin vaksin mest. Vøksturin er 283 milliónir ella 15%. Tað er serliga í 'fiskiskapi' at vøksturin stavar frá í hesum vinnugreinabólkinum.
Av einstøku vinnugreinunum er størsti lutfalsligi vøksturin innan 'gistihús og matstovuvirki'. Seinasta árið er lønirnar vaksnar 26,3% ella 46 milliónir krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo