Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Brúkaraprístalið er vaksið 8,8 prosent seinasta árið. Tað er størsti árligi vøkstur í brúkaraprístalinum síðani fyrst í áttatiárunum.

Í 1982 var prísvøksturin 10,6 prosent. Sostatt er talan um størsta árliga prísvøkstur í 40 ár.

Prísirnir á matvørum eru vaksnir stívliga 10 prosent seinasta árið.

Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni húsarhaldunum í Føroyum. 

Prísvøkstur í øllum vøru- og tænastubólkum seinasta árið
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Nýggjasta uppgerðin er fyri august mánað 2022.

Seinasta árið hevur verið prísvøkstur í øllum bólkum.

Árligi prosentvøksturin í brúkaraprístalinum á 8,8 prosent er størsti árligi vøkstur í brúkaraprístalinum í 40 ár.

Prísirnir á matvørum eru vaksnir stívliga 10 prosent seinasta árið. 

Prísir á mati og alkoholfríum drykkjuvørum, ið fyllir mest í húsarhaldsnýtsluni, eru hækkaðir við tíggju prosentum.

Lakastur hevur prísvøksturin verið á bólkunum 'heilsa' og 'rúsdrekka og tubbak'.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo