Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Seinastu 20 árini er heilivágssølan hjá apoteksverkinum vaksin úr 118 til 292 milliónir krónur. Størsti vøksturin er hjá alivinnuni, sum fyri 20 árum síðani lá um 20 milliónir krónur um árið.

Í 2021 var heilivágssølan hjá apoteksverkinum til alivinnuna 111 milliónir krónur. Sølan til alivinnuna er 38% av heilivágssøluni hjá apoteksverkinum.

Hereftir kemur sølan av heilivági á resept til einstaklingar, sum ikki er vaksin tað stóra hesi árini, frá 80 milliónir krónur í 2002 til 94 milliónir krónur 20 ár seinni.

Hinvegin er heilivágssølan til sjúkrahúsini vaksin nógv, úr 13 milliónir krónur í 2002 til 86 milliónir krónur í 2021.

Heilivágssølan til landbúnaðin er lítil samanborið við aðrar bólkar. Í 2002 var hon um tvær milliónir krónur í 2002 og 1,4 milliónir krónur í 2021.

Meðan heilivágssølan til hinar brúkarabólkarnar hevur verið støðug, eru ógvisligar broytingar í heilivágssøluni til alivinnuna. Hon var heilt niðri á 7 milliónir krónum í 2004, vaks so í stórum næstu tíggju árini til 135 milliónir krónur í 2014. Minkaði so aftur til 49 milliónir krónur í 2018, men er nú aftur vaksin seinastu trý árini til 111 mió. kr. í 2021.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo