Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Bygma Balslev: Fríggjadagin 20. mai skipar Bygma Balslev fyri handverkaramessu, sum verður hildin annaðhvørt ár. Í 2020 var hon tó avlýst í síðstu løtu vegna korona, men nú er hon aftur og hon verður størri enn nakrantíð. Eins og undanfarin ár verða stór tjøld sett upp nordanfyri bygningarnar í Hoyvík.

Ikki færri enn 44 veitarar verða umboðaðir í ár, og tað er tað mesta higartil. Merkini umboða tað besta av tí, sum Bygma Balslev hevur bjóða fakfólki í byggivinnuni. Talan er um tilfar, amboð, maskinur, klæðir, gólv, vindeygu og annað.

Nógv serstøk messutilboð eru. Vanligt er at vitjunartalið hevur verið upp í móti 2000 fólkum. Eins og undanfarin ár, bjóða vit bæði mat og drekka.

Nógv spildurnýggj amboð og nýtt tilfar verða at síggja á teimum, í ár, 1192 fermetrunum sum verða karmar um messuna í ár. Hetta er ein gyltur møguleiki hjá fakfólki at síggja og halda hesum tólum í hondini, eins og tað er fínur møguleiki at hitta starvsfelagar úr øllum landinum.

Handverkaramessan verður sett av Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn, fríggjadagin 20. mai klokkan 14 í tjøldunum norðanfyri bygningarnar hjá Bygma Balslev í Hoyvík. Messan er opin til kl. 20.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo