Sue og Noel Radford hava havt hendurnar fullar. Tey fingu fyrsta barnið tá hon var 14 og hann 18, og síðani hevur bara lagst afturat hjá teimum.
Sue hevur gingið uppundir hendur í 800 vikur tilsamans, og nú hevur hon so átt barn nummar 22, ein genta sum enn ikki hevur fingið navn. Elsta barnið er 30 ár.
Tey gera nógv burturúr at leggja út myndir og annað á sosialu miðlarnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo