Argentinska løgreglan kannaði í dag bústaðin og skrivstovuna hjá læknanum Leopoldo Luque.
Luque var privati læknin hjá Maradona og viðgjørdi hann til hann doyði mikudagin.
Luque var var eisini læknin sum viðgjørdi Maradona tá ið hann var skurðviðgjørdur fyri heilabløðingina fyri í hesum mánaðinum.
Sambært argentisnsku stóravísini Clarín verður Luque kannaður fyri óviljað manndráp og eisini fyri at hava brotið eina lóg um at fara frá einum sum er í eini hjálparleysari støðu.
Revsingin er í báðum førum fongsul frá tveimum til seks ár, skrivar NRK.
Argentine justice officials are investigating the death of soccer star Diego Maradona and ordered the search of properties of his personal doctor, a local prosecutor's office said https://t.co/D4VxJlAqVU pic.twitter.com/79GyJ4HIGm
— Reuters (@Reuters) November 29, 2020
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo