Hagstovan: Av teimum 25 til 34 ára gomlu vóru 1,4 prosent arbeiðsleys í apríl.
Minsta arbeiðsloysið var millum tey 55 til 66 ára gomlu við 0,7 prosentum.
8,5 prosent eru langtíðararbeiðsleys
Mynd niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í apríl vóru 31 persónar ella 8,6 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tað er 1,1 prosentstig lægri samanborið við í fjør, men talið av persónum vaksið við fimm. Størsti bólkurin av arbeiðsleysum hava í longri tíð verið tey, sum hava verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar. Aprílmánaður var einki undantak.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo