Arbeitt verður í løtuni við at seta Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 53 fyrispurning frá mær, um palliatión í Føroyum.
Spurningar:
- Hvørjar reglur um fíggjarligan stuðul o.a. eru galdandi, tá ein sjúklingur í starvi innan tað almenna ella á privata arbeiðsmarknaðinum, verður tvungin í palliativa viðgerð uttanlands?
- Hvørjar reglur um fíggjarligan stuðul o.a. eru galdandi fyri avvarðandi?
- Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan um betringar í verandi skipan fyri at tryggja, at sjúklingar og avvarðandi fáa eitt betri og tryggari grundarlag, tá tey noyðast av landinum?
- Hvat verður gjørt fyri at styrkja og menna palliativa viðgerð í Føroyum - samskipan og ætlan við leiðreglum fyri økið?
- Hvussu nógvir føroyingar eru í palliativari viðgerð í Føroyum, árliga?
- Hvussu nógvir føroyingar eru í palliativari viðgerð í útlandinum, árliga?
Nakrir føroyskir sjúklingar koma í ta sera truplu støðu at noyðast av landinum í palliativa viðgerð. Hetta hevur m.a. við sær, at teir missa sambandi við arbeiðsmarknaðin og koma harvið at merkja stórar fíggjarligar avleiðingar o.a. - í ringasta føri noyðast at selja hús og heim, sjúklingur og avvarðandi.
Í desember 2019 mánaði handaði ein arbeiðsbólkur mær sum landsstýrismaður í heilsumálum, eitt tilmæli um palliatión í Føroyum. Høvuðsniðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er, at palliatión skal skipast í eini landsfevnandi tænastu, staðsett í Dronning Alexandrines Hospital á Landssjúkrahúsinum, har kommunulæknarnir og heimatænastan hava ein týdningarmiklan samskipandi leiklut í primera heilsugeiranum.
Menningin á økinum hevur ikki staðið í stað, økini hava lagt seg eftir at nema sær vitan og kunnleika innan palliativa økið - hetta í sjúkrahúsverkinum og á almennum stovnum.
Tað er ikki í lagi, at ein álvarslig búskaparlig avleiðing o.a. íkemur fyri ein sjúkling og tey avvarðandi - og kemur oman á alt tað, sum í forvegin er trupult. Tað hevur stóran týdning fyri politisku skipanina at tryggja samskipan og eina miðvísa ætlan við leiðreglum fyri økið.
Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo