Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í dag er tað nógv størri fyrimunur at skráseta bensin- og dieselbilar sum leigubilar.

Bensin/diesel-bilar kunnu seljast næstan mvg-frítt eftir 6 mðr. Umleið 40-50% av øllum skrásettum bilum í Føroyum eru fyrst leigubilar, sum seinri verða seldir á føroyska marknaðinum. Hendan skipanin hevur virkað væl fíggjarliga fyri landið (mvg inntøku av leigu), føroyska bileigaran (bíligan nýggjan bil), ferðafólkini (góðar nýggjar tryggar bilar), tey, sum leiga bilin út, og bilasølurnar (kompensatión fyri avskrivningar umframt inntøku av leigu)

Trupulleikin er, at el-bilar ikki hava nakran fyrimun, um bilurin hevur koyrt sum leigubilur, tí vanligi brúkarin fær júst sama fyrimun, sum ein 6 mðr. gamal el-bil leigubilur fekk og tí er tað als ikki áhugavert fyri “leigubila mylluna” at skráseta el-bilar sum leigubilar.

Er tað í tráð við grøna politikkin hjá nýggja landsstýrinum at stimbra høga sølu av fossil bilum til føroyska leigubilamarknaðin?

Grøna skiftið fer at ganga nógv seinri, enn tað annars burdi, um einki verður gjørt. Tí áttu el-bilar, sum eru skrásettir sum leigubilar at fingið enn størri frádrátt fyri at stimbra søluna av el-bilum til leigubila-marknaðin. Kanska skuldi man niðurlaga ella strika mvg-frádráttin, sum leigubilar í løtuna hava til bensin/diesel bilar. Leigubila-myllan hevur virkað stak væl, og avbjóðingin er at skapa eitt insitament at fáa el-bilar inn í leigubila-mylluna ístaðin fyri dálkandi bensin/diesel bilar.

Allar MVG lógir í sambandi við frádráttir av el-bilum og mvg frítøkan, ið leigubilar í dag hava, eru í andsøgn við hvørja aðra, og tað er trupulleikin.

Nú vit skriva januar 2023, er tað enn ein nógv størri fyrimunur at skráseta ein bensin/diesel bil sum leigubil - tað er skeivt.

Michael Koba,
sambandsmaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo