Skúlablaðið: Tilboðið við næmingunum á Støðini er so væl eydnað, halda Anja Pálsdóttir, lærari á Støðini, og Jónleif Johannesen, varaskúlastjóra í Runavíkar kommunuskúla, at tað eigur at gerast varandi tilboð.
- Vit meta, at tilboðið eigur í mesta lagi at fata um seks børn við verandi játtan. Royndirnar, sum vit hava gjørt, vísa, at næmingarnir skjótt falla til í tilboðnum.
- Frá at vera tigandi, innilukkaðir og øgiliga spakir, eru teir nú meira tryggir og opnir, práta og luttaka í ymsum spølum saman við hinum næmingunum í tilboðnum. Tað er ein stór framgongd, og foreldrini hava eisini merkt tað heima.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo