Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá russiski støddfrøðingurin og Gudsnoktarin Dr. Ivan Panin setti sær fyri at lesa Bíbliuna á hebraiskum og grikskum, fann hann út av, við støddfrøðiligum útrokningum, at Bíblian ikki kundi vera framkomin av menniskjum. Hann fann út av at teksturin í Bíbliuni hevði eisini talvirði, og at talið 7 skaraði framúr.

Hann las, á hebraiskum, fyrsta setning í Bíbliuni: “Í upphavi skapti Gud himmal og jørð”, og sá at setningurin hevur 7 orð (7 x 1) og 28 bókstavir (7 x 4). Hann varnaðist at “Gud”, “Himmalin” og “Jørðin” høvdu øll talvirði 14 (7 x 2). Hann royndi at seta tað hebraiska kenniorði til, men fekk sama úrslit.

Hann taldi so sagnorðini í setninginum og fekk talvirði 203 (7 x 29). Síðani tók hann hin fyrsta og hin seinasta bókstavin í orðunum og fekk talvirði 133 (7 x 19).

Síðani tók hann, fyri at royna nakað tilvildarligt, talið á tí fyrsta, mittasta og síðsta bókstavinum í øllum teimum 7 orðunum, og fekk talið 1393 (7 x 199). Hann helt áfram við tí sætta og sjeynda orðinum, og eisini tey góvu 7.

Ivan Panin sá at hann var við at verða yvirvunnin á sínum egna øki. Hann visti at hetta kundi ikki verða tilvildarligt. Sambært teimum støddfrøðiligu reglunum kundi nakað so tilvildarligt bert koma fyri 1 ferð av 823543 ferðum. Hann las víðari og fann út av at tað sama var galdandi fyri 2. versi, “og jørðin var oyðin og tóm” og í 3. versi, og í øllum hinum versunum í kapittul 1.

Ivan fann út av at Bíblian, íroknað allar ættartalvurnar, ikki bert var vanligur tekstur, men var eisini skrivað í einum 7-tals mynstri.

Hann sendi boð eftir tveimum vinum sum kendu væl tað hebraiska og grikska málið, og í 13 vikur máttu teir arbeiða saman, fyri, við hjálp av leksikon og útrokningum, bert at uppbyggja ein setning í hesum báðum málum eftir 7-tals mynstrinum.

Hetta sum Ivan hevði funnið útav, leiddi hann til umvending. Hann visti nú at Bíblian ikki er blivin til vegna tann kunnleika sum lærdir menn høvdu til grikst, hebraiskt og støddfrøði, men at hon var skrivað av heilagum monnum frá ymiskum samfeløgum, frá kongum til bøndur og frá hirðum til fiskarar. Hon er ikki framkomin við eitt skrivaraborð við hjálp av leksikon og útrokningum, men er skrivað yvir eitt tíðarskeið uppá 1600 ár, og av ólærdum og leikum monnum av ymiskum fólkasløgum. Hesir menn kendu ikki hvønn annan og livdu langt frá hvørjum øðrum, men teir høvdu eitt til felags – teir vóru Guds menn og vóru drivnir av Heilaga Andanum.

Ivan Panin kunngjørdi tað sum hann hevði funnið, í tíðindablaðnum New York Sun, og prógvaði tað út frá fyrsta kapitli í Nýggja Testamenti, sum byrjar við ættartalvu Jesusar við einum longum lista av nøvnum.

Í New York Sun skrivaði Ivan Panin hetta:

“Tann fyrsti parturin av ættartalvuni inniheldur 49 orð (7 x 7). Hesi eru samansett av 266 bókstøvum (7 x 38). Har eru 42 navnorð (7 x 6) og av hesum eru 35 persónsnøvn (7 x 5) og hini 7 vanlig navnorð. Av hesum 35 persónsnøvnunum eru 28 mannfólkanøvn (7 x 4). Hini 7 eru konufólkanøvn”.

Hann tók eisini frásøgnina um Jesu føðing við, sum stendur skrivað í versunum 18 – 25 í sama kapitli. Í hesum versum eru 161 orð (7 X 23), og eisini úrslitini av talvirðinum í hesum orðum kann býtast við 7.

“Royn at byggja eina líknandi frásøgn við 160 orðum á tykkara egna máli og eftir sama matematiska skema”, segði Ivan. Hann visti at tað var ógjørligt. “Og minst so,” skrivar hann víðari, “at tað sama ger seg galdandi í hinum kapitlunum líka út í seinasta kapittul hjá Matteusi, sum endar við 7 orðum sum hann ikki hevur nýtt áður. Hetta heldur fram hjá Markusi, Lukasi og Jóhannesi.”

Einaferð bjóðaði hann, alment, 9 kendum gløggum gudfrøðingum, trimum prestum frá ymsum trúarsamfeløgum og einum blaðstjóra til at vísa aftur hesi “sannroynd”, sum hann hevði funnið, og er tað nokk haðani uppstilling hansara av bøn Jesusar í Jóhannes 17 er at finna. Eftir hansara uppsetingum inniheldur hetta kapittul í tí grikska grundtekstinum hetta:

##med2##

Eingin av mótstøðumonnunum kundu vísa hesum aftur. Teir viðgingu eisini at tað vóru 7 bønir í Faðir vár, at Jesus talaði 7 orð á krossinum, at hann gjørdi 35 undurverk og segði 35 líknilsi. Teir boygdu seg eisini fyri at bøkurnar í Bíbliuni ikki eru 66, men 63 (9 x 7), tí Sámuels- Konga- og Krønikubøkurnar ikki eru býttar upp í tvær í tí hebraisku bíbliuni.

“Og gloymið ikki”, ljóðaðu seinastu orð Ivan Panins, “at 7 persónar eru vaktir upp frá deyðum. 2 í Gamla testamenti og 5 í Nýggja testamenti.”

Dr. Ivan Panin nýtti 50 ár av sínum lívi til at gjøgnumganga alla Bíbliuna, og skrivaði 43.000 síður sum prógva at øll Bíblian sum hon er, heilt frá fyrstu Mósebók til Opinberingina, er uppbygd í hesum 7-tals mynstri.

Aðrar bøkur eru sjálvsagt eisini kannaðar, eisini koranin, fyri at vita um sama úrslit fekst, men eingin av teimum kláraði hesa roynd.

Í seinna brævi Paulusar til Timoteus stendur:

“Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi, so gudsmenniskjað kann verða fullkomið, ført fyri at gera alt gott verk.”

Birgir Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo