120.000 krónur.
Tað var alt, sum risastóra virksemið hjá Gist&Vist samtakinum megnaði at leverað í fjør.
Og tað var enntá eftir at bruttovinningurin vaks úr 68,6 mió kr í 2021 til 96 mió kr í fjør.
Talan er tó um eitt munandi betri úrslit, tí í 2021 var hall uppá 3,8 mió kr.
Høvuðsvirksemið hjá Gist&Vist er at reka hotel, ferðavinnu, matstovuvirksemi, handil og annað.
Í tølunum sæst, at tað vóru nógv hækkaðu lønarútreiðslurnar sum fóru avstað við tí mesta av meirsøluni. Lønarútreiðslurnar vóru 72 mió kr, sum er nærum 20 mió kr meira enn árið frammanundan.
Eftir nógv ónormal ár, har skuld kostaði ímillum lítið og onki, kostar tað nú aftur at læna, og í førinum hjá Gist&Vist merktist hetta. Samlaða skuldin er 257 mió kr, langt ífrá alt er rentuberandi, men kortini skuldu 8,4 mió kr rindast fyri skuldina, sum óivað høvdu komið væl við aðrastaðni í rakstrinum, og kunna vent minus til plus.
Í miðal vóru 140 ársverk í fjør, seks fleiri enn fyrraárið.
Fíggjarstøðan javnvigar við 335 mió kr og eginognin er 73 mió kr.
Leiðslan er ikki nøgd við úrslitið sum var ávirkað av korona farsóttini og øðrum óvissum í marknaðinum. Um framtíðina sigur hon, at hon væntar sær meira, men inflatión og rentuhækkingar kunnu vera fótonglar.
Johannes Jensen er stjóri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo