Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú løgtingsval eftir øllum at døma nærkast, er lítið at síggja fram til. Hetta verður eitt val um einki. 

Tilvildin hevur valdað í Løgtinginum og í Tinganesi í nógv ár. Hetta setur fótonglar á framburð og nýhugsan.

Politikkur uttan innihald við Løgmanni á odda vinnur fram og fer at hava stórar avleiðingar við sær.

Tað eru alt ov nógvir livibreyðspolitikkarar í politisku skipanini. Sessurin hevur alt at siga, og tað snýr seg um at halda fast um hann fyri einhvønn prís. Henda støðan verður styrkt av vantandi krøvum frá veljaranum.

Úrslitið er ein fullkomin avskeplað politisk skipan.

Fólkatingsvalið í Danmark snúði seg um at finna eina breiða stjórn, sum kann gera nýskipanir við breiðum meiriluta, so danska samfelagið kann framtíðartryggjast.

Danska vælferðarmodellið er hótt, og tí er politiska skipanin í Danmark komin til ta niðurstøðu, at man má finna loysnir saman.

Í Føroyum er søgan ein onnur. Her valdar tilvildin og líkasælan. Hetta stingur tíverri djúpt í føroyska samfelagnum í løtuni og er mest eyðsýnt í Tinganesi.

Almenna kjakið um ymisk týdningarmikil mál er ikki-eksisterandi í løtuni. Í einum sunnum fólkaræðið er kjakið ikki bert í parlamentinum og fjølmiðlunum, men eisini við døgurðaborðið, veitslur o.a.

Hetta er fyri at onkursvegna finna eitt felags stev í samfelagnum við festi í, at man lurtar eftir hvørjum øðrum og skilur hvønn annan hóast ósamdur.

Vanligi føroyingurin missur sambandi við veruleikan, um hann bara letur politikkarnir kjakast fyri seg, so ein ikki nýtist sjálvur at argumentera fyri sínum hugsjónum og meiningum.

Man kastar snøgt sagt sína demokratiska ábyrgd frá sær.

Føroyingar eiga ikki at góðtaka stjórnarloysi og tilvildarlig stýring frá politiska mynduleikanum.

Søgan fortelur okkum avleiðingarnar av tí, og hon er ikki ov gomul til at minnast.

Tað koyrir til tað ikki koyrir longur. Nær tað hendur veit man ikki, men man tekur tað, sum tað kemur.

Hetta er tíverri galdandi hugsjónin í Føroyum.

Rói Vestergaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo