Nærum allar atkvøðurnar eru taldar eftir tjóðartingsvalið í Georgia, og alt bendir á, at russiskt vinarliga sinnaði stjórnarflokkurin, Dreymur Georgia, hevur vunnið valið, skrivar DR.
Valnevndin í Georgia upplýsir, at stjórnarflokkurin fekk yvir 54% av atkvøðunum.
Andstøðan í landinum hevur roynt at fáa Georgia nærri ES, men tað hevur eftir øllum at døma ikki eydnast.
Andstøðan vil sambært Reuters ikki viðurkenna úrslitið av valinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo