Appnet: Oddmar Thomsen er settur sum nýggjur stjóri á Appnet.
Nýggi stjórin í fyritøkuni, Oddmar Thomsen, hevur síðstu tíðina virkað sum ráðgevi hjá Appnet og kemur framyvir at leiða Appnet fram.
Oddmar Thomsen sigur, at hann er sera spentur uppá uppgávuna. Oddmar Thomsen tekur við sum stjóri 1 des.
- Vit takka Robert Thomsen fyri hansara íkast og leiðslu á Appnet øll hesu mongu árini. Robert Thomsen hevur sitið sum stjóri á Appnet í 19 ár og hevur nú valt at fara í annað starv.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo