![Bonde](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/9/0/csm_bonde_a72b18ce39.jpg)
![Bonde](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/9/0/csm_bonde_a72b18ce39.jpg)
StÍF: Christian er 23 ára gamal. Hann vaks upp í lítla danska býnum Odder. Christian hevur spælt hondbólt síðan hann var smádrongur. Hann gleðir seg at koma at spæla á StÍF-mansliðnum. Hann er ein sterkur strikuleikari og hevur spælt við Århus Elite håndbold; seinasta kappingarár spældi hann við 1. deild hjá Odder håndbold.
StÍF bjóðar Christan hjartaliga vælkomin til felagið og at geva sítt íkast á fremsta mansliðnum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo