StÍF hevur gjørt sáttmála við Borce Markovski fyri komandi kappingarár. Borce hevur hetta kappingarárið verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum hjá StÍF. Og hann hevur eisini verið høvuðsvenjari hjá øllum dreingjaaldursbólkunum saman við hjálparvenjarum.
StÍF er væl nøgt við tað arbeiðið, sum Borce hevur gjørt fyri børn, ung og mansliðið. Borce er sera ágrýtin og hevur góðar fakligar førleikar og royndir. StÍF fegnast um, at avtala er gjørd við Borce fyri komandi kappingarár.
Um Borce Markovski
Borce Markovski er 52 ár og ættaður úr Norðurmakedonia. Hann hevur hægri útbúgving í ítrótti og heilsu. Hann hevur eisini hægstu hondbóltsvenjaraútbúgving, sum er EHF Master Coach.
Hann hevur sera drúgvar og fjølbroyttar royndir sum hondbóltvenjari í Norðurmakedonia (fleiri enn 25 ár). Hann hevur verið venjari hjá kvinnuliðum í bestu deild í Norðurmekadonia við góðum úrslitum. Hann hevur eisini verið venjari hjá mansliðum í bestu deild og hjá børnum og ungum. Hann hevur verið venjari og undirvísari á hondbóltsskúla hjá hondbóltsúrmælinginum Kiril Lazarov.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo