Seinasta finalan í dag var millum mansunglingarnar hjá SÍ og Fleyr. Eftir at SÍ hevði vunnið 5 finalur á Fleyr hetta vikuskiftið, var hesin dysturin seinasta skotið í byrsuni.
Og tað eydnaðist.
Fleyr vann trygt 1. sett 25-15, men 2. settið gjørdist sera spennandi og javnt. Tað leikaði hart á, men endin var, at mansunglingarnir hjá Fleyr vunnu seinna settið 25-23 og harvið gullkrúnurnar.
Bestu leikarar:
Julian Vest Niclasen, SÍ
Dávið Hentze, Fleyr
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo