Steve Bruce hevur sagt upp sum venjari hjá enska Championship felagnum Sheffield Wednesday.
Hetta skriva fleiri enskir miðlar í dag, harímillum BBC.
Bruce er nú fremsti favorittur at taka yvir sum venjari í Newcastle United, eftir at Rafa Benitez fór úr starvinum í síðsta mánað.
Bruce, sum eftirhondini er vorðin 58 ára gamal, hevur bert venjari hjá Sheffield Wednesday síðan februar í ár. Áður hevur hann millum annað vant Birmingham, Sunderland, Hull City, Aston Villa og Wigan.
Seinast Bruce var venjari hjá einum Premier League felag var í kappingarárinum 2014/15, tá hann stóð á odda fyri Hull City, sum endaði á einum 18. plássi í deildini. Hetta hevði við sær, at Hull flutti niður í næstbestu deildina í Onglandi.
Sum leikari er Bruce best kendur frá tíðini í Manchester United, tá hann í árunum 1987-1996 var fastur fúsur í miðverjuni hjá teimum reyðu djevlunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo