Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

So vóru Steso aftur við einum nýggjum sjónbandi til okkum. Hesaferð er talan er um dreymakenda lagið “Nærri at tær”.

Jenný Kragesteen var eitt óskrivað blað á føroyska tónleikapallinum, áðrenn vit hoyrdu hana syngja á “Nærri at tær”. Men tað var ikki nokk hjá Jenný bara at syngja. Hon vildi meir. So í dag sleppa vit  at uppliva hana fyri fyrstu ferð innan føroyska filmslist. Tað er nevniliga Jenný, sum bæði hevur leikstjørnað, tikið upp og redigerað sjónbandið.

Upptøkurnar fóru fram í Keypmannahavn, har tað eydnaðist Jenný at lokka tríggjar dugnaligar vinkonur - Mariu Krossteig Hansen, Onnu Helenu Ejdesgaard og Elsu Onnu Mohr – at hoppa, dansa og mussa á sjónbandinum.

Alt er upptikið við einari iPhone 5 og redigerað við iMovie... á einari gamlari Mac teldu við brotnum skermi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo