Í døgunum 2. til og við 6. juli sýnir Stella Zachariassen málningar fram í Smiðjuni í Lítluvík.
Stella er í løtuni í gongd við eina listaútbúgving til at blíva yrkislistafólk.
Heitið á framsýningini er Vón og ynskir Stella at hennara listaverk skulu bera íblástur og vón.
Framsýningin verður opin frá fríggjadegnum 2. juli til og við týsdagin 6. juli og opið verður hvønn dag frá kl. 12.00 – 18.00, tó 14.00 – 18.00 sunnudagin.
Stella hevur í fleiri førum havt málningaframsýningar ymsastaðni í landinum og í Danmark.
Øll eru vælkomin.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo