Summar Festivalurin: Rani Nolsøe fær ikki spælt á Summar Festivalinum í ár, og tí hava fyrireikararnir funnið tveir góðar avloysarar.
Leygarkvøldið kl. 01:15 spæla Steintór Rasmussen og Eyðun Nolsøe á Torginum.
Avloysararnir fáa valla verið betri egnaðir til uppgávuna, tí teir hava saman við Rana Nolsøe verið oddamenn í tónleikabólkinum Frændum.
Steintór og Eyðun fara at spæla nakrar av teirra kendastu sangum – "Føroyar", "Mítt Land", "80'ini" og "Heimstaðið".
Hetta verður syngið-við løta av teimum heilt stóru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo