Bústaðir: Fyrrapartin fríggjadagin 5. juli 2024 var hugnaløta á Bústøðum fyri Steinbjørn O. Jacobsen, ið hevði 40 ára starvsdag.
60 ár eru liðin síðani Løgtingið samtykti at stovna Húsalánsgrunnin. Steinbjørn byrjaði í starvi á Bústøðum 1. juli í 1984, og hevur starvast sum metingarmaður og húsavørður.
Virksemið er nógv broytt á Húsalánsgrunninum, sum í dag verður nevnt Bústaðir.
Steinbjørn hevur verið trúfastur partur av broytingunum, og hevur ábyrgdarfult og við hegni, í góðum samskifti og samstarvi røkt sítt starv øll árini, og framvegis er Steinbjørn altíð klárur at rætta eina hjálpandi hond, tá á stendur.
Vit ynskja okkara starvsfelaga Steinbjørn O. Jacobsen hjartaliga til lukku við 40 ára starvsdegnum.
Á myndini eru Steinbjørn O. Jacobsen, Birgir Samuelsen og Hjørdis G. Lailudóttir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo